Loysingarpolitikkur í 1940 árunum 1 við serligum atliti at virki Erlands Paturssonar


Forlag: Fólkatingsgrunnurin & Sprotin
Útgávuár: 2014
Prísur: 349.00
ISBN: 978-99972-1-040-1
Rithøvundi: Jákup Thorsteinsson
Evni: Søga og samfelag
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 474

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Jákup Thorsteinsson (1943–2009) var ein av okkara dugnaligastu søgufrøðingum. Doktararitgerð hansara Et Færø som Færø. Studier i Færøernes forfatningsmæssige stilling i forhold til Danmark 1834–1852 var slóðbrótandi í føroyskari søgugransking.


Tá ið Jákup so brádliga doyði í 2009, hevði hann leingi arbeitt við at skriva søgu Tjóðveldisfloksins. Hesin fyrri parturin av tveimum er ikki bara ein partur av søgu Tjóðveldisins, men týðandi partur av nýggjaru politisku søgu Føroya. Jákup var sannførdur um, at til bar at skriva óhefta søgugransking, og í hesum verkinum sæst, at hann ongantíð hevur vikið frá tí málinum.
Hans Andrias Sølvará


Hetta fyrra bindið lýsir loysingarhugsjónir og loysingarpolitikk í 1940-árunum. Lagt verður fyri við ólavsøkurøðu Erlends Paturssonar í 1938, tí at her verður á fyrsta sinni loysingarhugtakið lagt fram sum ein fullfíggjað politisk, sosial, vinnulig, búskaparlig og mentanarlig hugsjón, ið gjørdist grundarlagið undir tí politiska virkseminum fram í okkara dagar.


Høvundurin lýsir eisini ta serligu politisku støðu, sum sonevndu „asfaltføroyingarnir“ vóru í, meðan tey vóru avbyrgd í Danmark frá 1940-1945. Hann lýsir tær stóru politisku ætlanirnar og tey høgu málini, tey settu sær, tá ið tey komu heimaftur upp undir fólkaatkvøðuna í 1946.


Bókin viðger og greinar síðani alla ta politisku støðuna og hendingarnar í Føroyum í seinna veraldarbardaga: Stór-politisku áhugamálini, samfelagsviðurskiftini, stríðið millum amtmannin og løgtingið, bretska hersetingarvaldið og framferðina hjá politisku flokkunum. Hann viðger eisini samráðingarnar eftir kríggið, fólkaatkvøðuna í 1946, tá ið føroysku flokkarnir leypa frá samtyktum sínum, gongdina til heimastýrislógina og avgerðina hjá loysingarfólkunum at stovna málgagn og politiskan flokk.