Hara við ravgulum eygum Fjaldur arvur


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2014
Prísur: 198.00
ISBN: 978-99972-1-025-8
Rithøvundi: Edmund De Waal
Umsett: Annfinnur í Skála
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 415

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Rithøvundurin, Edmund de Waal, er altjóða viðurkendur keraldasmiður. Verk hansara verða sýnd fram kring allan heim. Ein dagin arvaði hann eftir ommubeiggjan savn av 264 evarska smáum, útskornum, japanskum figurum úr viði og fílabeini – nevndar netsukur – sum hava verið ogn familjunnar síðan 1870-árini. Arvurin og listlutirnir gera hann forvitnan, og hann fer rannsóknarferð aftur í evrope-iska søgu fyri at fáa uppspurt, hvør hevur nortið við hesar vøkru, smáu skapningar, hvør hevur verið góður við teir og virt teir, og hvat teir munnu hava sæð og upplivað.

Hetta er bakgrundin fyri hesa sermerktu endurminningarskaldsøgu, har Edmund de Waal í einum fær lýst bæði søguna hjá netsukunum og egnu ættarsøgu. Hann er eftirkomari av múgvandi jødisku ephrussiættini – mæt bankaætt við glæsiligum húsum í París og Wien, ovurrík familja við ómetaliga dýrabarum lista- og bókasøvnum. Men tá ið annað heimskríggj er avhæsað, eru tær 264 netsukurnar stórt sæð tað, tey eiga eftir av familjunnar víðfevnda fíggjarveldi.

Bókin tekur okkum við á ferðini hjá netsukunum – um meginlond og øldir. Hetta er hjartanemandi søga um kríggj og frið, ovurhuga og tap.