Lættleiki og líðing Lethed og lidelse


Forlag: Listasavn Føroya
Útgávuár: 2013
Prísur: 115.00
ISBN: 978-99918-69-21-6
Rithøvundi: Bárður Oskarsson
Evni: List og listagreinir
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 55

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Reyður skelkur! Verður ivaleyst tað ið flestøllum kemur til hugs, tá tey síggja framsýningina hjá Bárði Oskarssyni á Listasavni Føroya.

Á framsýningin eru 33 spildurnýggir kvadratiskir málningar, summir teirra eldri umframt nakrar tekningar til barnabøkur, sum ikki eru gjørdar enn.

Sum vant hevur Bárður Oskarsson menniskjafigurin – ella tað, sum líkist – sitandi við eitt borð mitt í myndini. MEN ongatíð áður hava hansara smáfólk, kaninir, íkornar, dvørgar og einglar verið so illa viðfarin, sum í hesum førinum.

Reyði tráðurin í framsýningini er reyði liturin – og tað er ikki merkiligt.

Stórir krabbalíknandi vølir vaksa út úr andlitunum, serliga uttan um eyguni, og ofta fossar blóðið úr einum knústum eyga, um tey ikki lýsa reytt, sum eitt ávaringarljós.

Menniskjans viðkvæmi í einum fíggindaligum heimi verður í óhugnaligan mun víst fram, og alt verður uppaftur meira skelkandi, tí tað júst eru fittlig smáfólk, sum verða rakt.

Sum sundurskotnar spælibamsur.

Hinvegin er har eisini eitt frígerandi strekki til tað ræðuliga og kenslusama. Bárður Oskarsson hevur altíð verið ein frálíkur teknari, og tær nýggju myndirnar eru næstan teknaðir málningar – ella málaðar tekningar. Alt er lætt, fínligt og ótrúliga væl gjørt – næstan cool – og myndirnar snúgva seg eisini um seg sjálvar.

Tær eru allar kvadratiskar, tær hava allar ein figur í miðjuni, tær eru gjørdar á sama hátt og hava sama litaval: hvítt, grátt – og reytt. Innan fyri hendan karm rannsakar listamaðurin spenningin millum rørsluna í figurin og støðufestið í rammuni, millum flata og rúm, millum ætlan og skap, millum linju og form, striku og lit. Við øðrum orðum ein rannsakan av myndarinnar egnu lutum. Hvussu fjølbroytt ber tað til at arbeiða innan fyri somu skrá?

Myndirnar á framsýningini eru sostatt horror, sum samstundis er cool og tær seta eisini við hesum muruna í listini í miðdepilin. Jú, hon skal tala til okkara kenslur, men hon ger tað altíð eftir egnum treytum – við einum argandi brosi.

Ta heitaru og skemtiligaru síðuna av listini hjá Bárði Oskarssyni hevur framsýningin (tíbetur) eisini dømi um, nevniliga hansara myndir til barnabøkur. Her kunnu vit gleða okkum um hansara suverenu syntesu av tí einfalda og sniðfundiga. Tær myndinrnar eru ikki bara fyri børn, men eisini fyri vaksin.

Til framsýningina er útgivin ein bóklingur við tekstum eftir Turið Sigurðardóttir, Fróðskaparsetur Førya, danska listasøgufrøðinginum Birgitte Zacho og Nils Ohrt.