Føroyar framá ÍSF 75 ár


Forlag: ÍSF
Útgávuár: 2014
Prísur: 298.00
ISBN: 978-99918-3-402-3
Rithøvundi: Uni Arge
Evni: Fólkalívsfrøði
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 261

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
ÍSF hevur í ár 75 ár á baki, og hetta verður m. a. hátíðarhildið við hesi bók. ÍSF varð stovnað 4. apríl í 1939 og menti seg skjótt sum felagsskapur. Í 1967 vórðu ítróttagreinirnar skipaðar í deildir undir ÍSF, og í 1979 varð fyrsta sjálvstøðuga sersambandið stovnað. Í dag eru 16 sersambond í ÍSF.

Menningin seinnu árini hevur verið ovurstór. Tá oyggjaleikirnir høvdu verið í Føroyum í 1989, kom ferð á fleiri nýggjar ítróttagreinir, og tá fótbóltslandsliðið vann á Eysturríki í Landskrona í 1990, gjørdust Føroyar heimskendar, Í dag setir m. a. Pál Joensen Føroyar á heimskortið við sínum framúrskarandi úrslitum í svimjing.

Føroyar hava ikki enn fingið olympiska viðurkenning, men hava fleiri ferðir roynt at fingið hana. Hetta arbeiðið veråur lýst í bókini, ÍSB hevur øll árini síðan stovanina í 1980 havt altjóða limaskap og verið við á átta paralympiskum leikum. Úrslitini hjá ÍSB-íðkarunum hava mengan verið framúr góð.

Hondbólturin hevði sína stórtíð frá 1976 til 1980, tá nógv fagnaða CHM-kappingin var í Føroyum. Tá fótbólturin fór á flog í 1988, dalaði hondbólturin, og í dag eru heimlig finaluvíkuskiftir stósta hendingin í hondbóltinum. Tílík vikuskiftir eru eisini væl eydnað í flogbólti, badminton, judo, borðtennis og svimjing.

Hetta og mangt annað verður umrøtt í bókini, sum varpar ljós á framstig, hendingar og broytingar innan føroyska ítrótt seinnu árini. Ikki bara í kappingum stóðu føroyingar seg væl, tí meira enn so kom fyri, at áræðið vann á ivanum, tá neyðugar útbyggingar skuldu fremjast, og altjóða limaskapir skuldu fáast til høldar.