Tíðin við víkjandi ljósi


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2014
Prísur: 188.00
ISBN: 978-99972-1-026-5
Rithøvundi: Eugen Ruge
Umsett: Elin Henriksen
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 433

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Tíðin við víkjandi ljósi er ein ítøkilig tíð, kvøldið og heystið. Hon er ein partur av lívsskeiðinum hjá tí einstaka menniskjanum. Og hon er eisini ein søgulig tíð, har hugsjónir kámast.

Ættarskaldsøgan er sett saman av tjúgu pørtum, ið røkka frá 1952 til 2001 við einum níti ára føðingardegi tann 1. oktober 1989 sum snúningsdepli. Hvør partur er ein søga, sæð úr sjónarhorninum hjá einum av persónunum, og samstundis flætta søgurnar seg hvør inn í aðra.

Aftan á seinna heimsbardaga koma týskarar úr útlegd aftur til Berlin.

Úr Meksiko koma hjúnini Charlotta og Wilhelm Powileit, og úr Ural í Sovjetsamveldinum kemur sonur Charlottu, Kurt Umnitzer, saman við russisku konu síni, Irinu. Seinni kemur eisini mamma Irinu, Nadezjda Ivanovna, at vera hjá dóttrini á ellisárum.

Í triðja ættarliði møta vit Alexanderi, sum er sonur Kurt og Irinu. Hann veksur upp í Eysturtýsklandi, men hevur ikki lætt við at finna seg til rættis. Hann flytur vesturum, og at enda ger hann eina ferð til Meksiko.

Tann yngsti í ættini er Markus, sonur Alexander. Ein ungur maður, sum roynir at fóta sær í øllum tí nýggja.

Tær søguligu og politisku broytingarnar í tíðarskeiðinum, sum skaldsøgan fevnir um, standa alla tíðina aftan fyri hendingarnar. Høvundurin lýsir tó fyrst og fremst teir einstøku persónarnar og viðurskiftini teirra millum; og tað ger hann við neyvari eygleiðing og humor.