Tað vit kunnu standa við


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2014
Prísur: 198.00
ISBN: 9789997210272
Rithøvundi: Geir Lippestad
Evni: Ævisøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 205

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Tey vóru ikki mong, sum høvdu hoyrt um Geir Lippestad, áðrenn hann 23. juli í 2011 tók á seg at vera verji hjá versta hópdrápsmanni í søgu Noregs.

Fólk vóru ill og ørkymlað, tí hvør var maðurin, ið troystaði sær at taka uppgávuna á seg at verja andstyggiliga drápsmannin, ið so álvarsliga hevði sært norsku tjóðina?

Í hesari bókini hugleiðir Geir Lippestad um virðini, sum hava stýrt hansara verjuarbeiði. Á botninum liggur eitt óvikandi álit á mannvirði, fólkaræði og rættartrygd. Tað verður ikki vikið frá hesum aðalreglum. Rættarsamfelagið má fevna um øll - har er einki undantak - eisini tey, sum vilja knúsa tað.

Viðurskiftini við Anders Breivik vóru eyðvitað krevjandi um somu leið, sum verjarnir lógu undir einum óvanliga ógvisligum trýsti frá fjølmiðlum í Noregi og øllum heiminum.

Lippestad tosaði bæði við tíðindafólk og onnur áhugað grundað á tað, hann nevnir virðisgrundað samskifti. Hetta var stig, sum var honum natúrligt, og hann viðger tað til grundar í bókini. Eitt mát fyri, hvussu hetta eydnaðist, er, at maðurin ársskiftið 2012-13 varð kosin ,,ársins navn" í fleiri bløðum, sum koma út um alt Noreg.