Skrímslið lítla systir mín + cd


Forlag: Eivør
Útgávuár: 2013
Prísur: 198.00
ISBN: 978-99918-3-380-4
Rithøvundi: Helga Arnalds
Evni: Smábarna- myndabøkur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 40

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Bókin er bygd á skuggaleikin við sama heitið. Leikurin var eitt samstarv ímillum íslendsku Helgu Arnalds, donsku Charlotte Bøving og Eivør. Helga skrivaði leikin, Charlotte leikstjórnaði, meðan Eivør skrivaði tónleikin og sangirnar. Við í bókini er ein fløga við sangum, ið vóru skrivaðir til leikin, og Eivør lesur bókina upp. Bókin er týdd av Páll Isholm og myndirnar er teknaðar av Bjørk Bjarkadóttir.

Bókin snýr seg um Bjart, ið fær lítla systur og skilur ikki, at vaksin fólk kunnu blendast av hesum. Síggja tey ikki, at hetta er eitt skrímsl?

… Á vegnum lærir Bjartur at elska lítlu systur sína.

Nú bókadagar eru í Norðulandahúsinum verður høvi at síggja Helgu framføra leikin og barnakonsert verður, har Eivør fer at framføra skrímsla sangirnar. Leygardagin ber eisini til at tekna Skrímsl saman við Bjørk, ið gjørdi tekningarnar.