Trøllið hjá pápaleysa


Forlag: Grafik Studio & Bókadeild Føroya Lærarafelags
Útgávuár: 2005
Prísur: 98.00
ISBN: 99918-1-450-7
Rithøvundi: Jakob Jakobsen
Evni: Sagnir og ævintýr
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 53

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Trøllið hjá Pápaleysa er gamalt føroyskt ævintýr eftir Jakob Jakobsen doktara, sum verður givið út í forvitnisligari bókarútgávu við fløgu. Søgan er um Pápaleysa, ið við snildi fær kongsdóttrina og hálva kongaríkið, hóast hini svíkja hann. Trøllið hjá Pápaleysa er ein sera snotilig og sermerkt bók, har søgugongdin er myndað av leirdukkum framman fyri ymsum leiktjøldum. Masha Yozefspolsky, listakvinna úr Ísrael, hevur gjørt leirdukkurnar og sett leiktjøldini upp, og Ingi Joensen hevur sniðgivið og avmyndað.
Til bókina er fløga við søguni. Tað er Páll Danielsen, ið lesur, Kim Hansen hevur gjørt tónleikin, og Jón Mc’Birnie hevur ljóðblandað. Grafik Studio hevur lagt bók og fløgu til rættis.