Barnabíblia úr Norðri


Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags
Útgávuár: 2014
Prísur: 180.00
ISBN: 978-99972-0-018-1
Rithøvundi: Ymsir
Evni: Barnabøkur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 152

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Ein sera vøkur og væl skrivað barnabíblia er nú at fáa. Barnabíblian er ein felags verkætlan millum Norðurlond

15 norðurlendskir rithøvundar og 15 norðurlendskir myndprýðarar.

Barnabíblian kemur út samstundis í 6 av Norðurlondunum.
Føroyska íkastið eru myndir eftir Bárð Oskarsson og so týðingarnar eftir Jákup í Skemmuni, Laurinu Niclasen, Oddfríða Marna Rasmussen og Sjúrð Gullbein.
Fleiri kendir rithøvundar hava skrivað bíbliusøgurnar m.a. Jens Blendstrup, Martin Glaz Serup, Peter Adolphsen og Hanne Kvist úr Danmark og Gro Dahle úr Noregi.
Frásøgurnar í Bíbliuni eru sagdur og endursagdar fleiri ferðir, síðani tær vóru til fyri mongum, mongum árum síðan. Og tað eru tær sjálvandi, tí at frásøgurnar alla tíðina liggja opnar fyri tulkingum.
Frásøgurnar í hesari Bíbliuni eru grundaðar á barnaverðina og evnini hjá barninum at undrast. Rithøvundar og myndprýðarar hava fingið fullkomiliga fríar hendur at tulka við orðum og myndum, og hyggja vit bara at myndunum hjá Bárði so síggja vit, at so er!