Dagar í kvirrunnar søgu


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2013
Prísur: 188.00
ISBN: 978-99918-76-21-4
Rithøvundi: Merethe Lindstrøm
Umsett: Jákup í Skemmuni
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 214

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Eini aldrandi hjún hava í øllum stillum gjørt av sínámill­um ikki at tosa um fortíðina. Meðan hann verður alsamt fjarari og at enda tagnar, roynir hon at bróta sær leið úr einseminum og tøgnini.

Merethe Lindstrøm skrivar um at goyma loyndarmál og tøgn.

Tað snýr seg um kærleika millum tvey menniskju, sum í sínum lívi hava staðið andlit til andlits við stór val, sum hava stýrt teirra tilveru, og varnast síðan, at sumt letur seg ikki fjala. Tað er ikki tað, at fortíðin dagar fram aftur, hon hevur hevur verið har alla tíðina, men seyrar nú ógvusligari enn áður inn í tilvitskuna á teirri aldrandi kvinnuni.

Einastaðni sigur lettiska húshjálpin við konuna: »Norsk hús eru rein (…) Júst sum norðmenn«. Ein margháttlig staðfesting, sum konan flennir at, men í hesum setningi liggur so ómetaliga nógv.

Aldrandi konan, ið er gift jøda, átti at hoyrt, hvat ið tænastu­gent­­an í roynd og veru sigur, tí uttan at avdúka alt, er henda lettiske Marija meira enn bara á ein hátt hugtikin av „reinleika“.