Frá Sturlungu til West Venture


Forlag: Fróðskapur
Útgávuár: 2013
Prísur: 300.00
ISBN: 978-99918-65-61-4
Rithøvundi: Zakaris Svabo Hansen
Evni: Bókmentafrøði
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 291

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Heiðursrit til Anfinn Johansen á 60 ára degnum

Anfinnur Johansen er lektari í málfrøði á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparetri Føroya, har hann hevur starvast síðan 1990. Hann man vera best kendur sum navnafrøðingur og sum kirkjutænari í Dómkirkjuni.

Tann 16. desember 2013 gjørdist Anfinnur 60 ára gamal. Tí fagna vit, nakrir starvsfelagar hansara á Føroyamálsdeildini, hesum dámliga 60 ára gamla unglinginum við einum heiðursriti.

Í bókini eru 25 javnlíkamettar fródligar greinar eftir føroysk og útlendsk vísindafólk. Heitið Frá Sturlungu til West Venture hóskar væl til bókina, tí at evnini, ið verða viðgjørd, eru ikki bara fjølbroytt, men fevna eisini vítt og djúpt. Sturlunga er eitt savn av íslendingasøgum um fólk og hendingar í miðøld, meðan West Venture er navnið á einum norskum oljuboripalli. Flestu greinarnar í bókini kunnu savnast undir yvirskriftini navnafrøði, men eisini eru greinar um málfrøði og bókmentir. Greinarnar eru skrivaðar á føroyskum, norskum, svenskum, íslendskum, donskum og ein á enskum. Úrtøk eru frammanundan greinunum, og aftan fyri hvørja grein, er ein samandráttur á øðrum máli, enn greinin er skrivað á.

Tey, ið hava skrivað grein í heiðursritinum eru: Hanna Absalonsen, Terhi Ainiala, Gulbrand Alhaug, Birgit Eggert, Gillian Fellows-Jensen, Asgerd Gudiksen, Guðrún Kvaran, Jákup Reinert Hansen, Zakaris Svabo Hansen, Jógvan í Lon Jacobsen, Ole-Jørgen Johannessen, Torodd Kinn, Kristoffer Kruken, Katharina Leibring, Jonna Louis-Jensen, Gudlaug Nedrelid, Hjalmar P. Petersen, Turið Sigurðardóttir, Marjun Arge Simonsen, Svante Strandberg, Agneta Sundström, Svavar Sigmundsson, Inge Særheim, Per Vikstrand og Eivind Weyhe