At uppala er at menta barnið


Forlag: Ítriv
Útgávuár: 2014
Prísur: 160.00
ISBN: 978-99918-818-4-3
Rithøvundi: Pauli Nielsen
Evni: Lærubøkur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 83

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Millum permurnar er eitt fullkornsbreyð!
Soleiðis segði Pauli Nielsen, fyrrverandi rektari á Læraraskúlanum, tá hann týsdagin legði fram nýggju bókina ”At uppala er at menta barnið” á ráðstevnu á Steinprent um grundleggjandi dygdir í pedagogiskum arbeiði.
- Bókin er full av setningum, sum kunnu vera útgangsstøði til starvsfólkaprát, starvsfólkadagar hjá bæði pedagogum og lærarum, segði Pauli Nielsen.
Maud Wang Hansen frøddist um, at tilfar kom út á føroyskum.
- Tað hevur týdning at vit hava orð at seta á, serliga tí vit arbeiða við tí ósagda, segði Maud. Hon takkaði Paula Nielsen fyri at flyta tilfar yvir í føroyskt og gav honum eina eyka rósu:
- Tú ert tann einasti, sum ger tað!
Í bókini eru tríggjar vísar greinar eftir tveimum leiðandi norskum pedagogik-granskarum og einum svenskum granskara. Tær eru Bente Vatne, Kari Sødenå og Gunilla Dahlberg.
Bente Vatne og Kari Sødenå, sum eru rithøvundar til tvær av greinunum í bókini, luttóku á ráðstevnuni og vóru eisini hjástaddar, tá nýggja bókin var løgd fram.
- Eg fari aftur til Noregs klókari enn tá eg kom, tí vit hava havt góðan dialog, segði Kari Søndenå. Hon er doktari í pedagogikki og starvast sum professari í pedagogikki á Universitetinum í Stavanger.

Ikki lata sær alt lynda
- Í pedagogikki eru so nógv rák, sum koma og fara. Trý ár og so vendir rákið. Greinarnar í hesi bókini royna at sleppa rákunum og lýsa nakrar grundleggjandi dygdir, sum liggja undir øllum rákum, vísti Kari Søndenå á.
Hon hevur arbeitt nógv við hugtakinum at menta børn. Hon skilur millum pedagogiskan vísdóm og pedagogiskan lærdóm. Pedagogiskur vísdómur er at menta barnið, at geva tí eitt perspektiv, so tað kann vera kritiskt alla staðni og ikki lata sær alt lynda. Pedagogiskur lærdómur er fyrst og fremst lesi- og skriviførleikar. Nú sæst ofta kapping millum hesi bæði hugtøkini. Kari stúrir fyri, at verður ov stórur dentur lagdur pedagogiskan lærdóm – lesi- og skriviførleikar – so hvørvur barnsins undran og júst undran er keldan til vísdómin, sum skal mentað barnið.

Mestur dentur á spæl
Bente Vatne hevur granskað bæði skúla- og barnagarðsøkið í nógv ár við serligum atliti at spæli í pedagogiskum sambandi. Hon er komin til, at sjálvt um tað í almennu pedagogisku námsætlanunum í Noregi verður lagdur stórur dentur á lærupartin, so vísir hennara gransking, at á stovnunum verður størsti denturin lagdur á umsorgan, spæl og sosialar førleikar. Sjálv vil hon ikki siga sína hugsan um hendan munin millum námsætlanir og veruleika á stovnunum.
- Sum granskari havi eg onga meining, sigur Bente Vatne, men spyr so kortini eitt sindur retoriskt: Hvussu kann eitt barn gerast til reiðar til spæl og leik?

Ikki uppalast til hjálparloysi
Pauli Nielsen vónar, at hendan bókin verður lisin breitt, tí hon er ein góð barlast hjá bæði pedagogum og lærarum, heldur enn nøkur leiðbeining.
- Bókin er ikki drúgv í vavi, men hon kann vera við til at geva lesarunum pedagogiskt innlit, rygg og merg, segði Pauli Nielsen.
Pauli Nielsen leggur eisini stóran dent á týdningin at menta barnið og ansa eftir ikki at uppala børn til hjálparloysi.
- Myndugleikin krevur sítt, men tað skal eisini vera pláss á einstaka stovninum at gera sítt egna. Vit mugu ansa eftir, at vit ikki koma at gera okkum inn á børnini. Skilt soleiðis, at vit ikki uppala børnini til ryggleysar mentanarloysingar, segði Pauli Nielsen.
Innanfyri permuna tekur Pauli Nielsen soleiðis samanum síni sjónarmið : Góða pedagogikkin er ikki læran um, hvussu vit fáa onnur at gera sum vit vilja, men læran um, hvussu vit verja okkum ímóti teimum, sum gera tað.