Friðleysir menn Sverri kongur 2


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2013
Prísur: 229.00
ISBN: 978-99972-1-000-5
Rithøvundi: Kåre Holt
Umsett: Finnbogi Ísakson
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 409

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Eyðun, besti vinmaður Sverra, hevur fjalt seg á garðinum Ravna-bergi í Botni fyri at verja Kristina, dóttir Sverra kong, undan baglarunum. Sverri er deyður, og Eyðun er farin at eldast. Her situr hann vetrarkvøldini og sigur Kristini søguna um faðir hennara.


Søgan um Sverra kong verður lýst av føroyinginum Eyðuni. Tað setur dám á frásøgnina, eisini at aðrir føroyingar eru í Noregi.


Eftir at Sverri er farin at nevna seg sjálvan kongsson og er vorðin leiðari hjá birkibeinum, fer hann at venja teir til rættiligar hermenn og at føra geriljakríggj. Teir mugu vera tolnir, tí leiðin er long og hørð … og tað er hon.


Og fjøkjalig, tí „Sverri trúði heilt og fast, at vann hann á jalli, so vann hann landið. Vann hann erkabiskupin yvir í sín part, vann hann eisini fólkið.“ Og Sigurð Munn kongur, pápi Sverra, er tiltikin at eiga nógv børn og við nógvum ymiskum kvinnum. Tó kann høvdið sita leyst, kallar tú teg kongsson. Men Sverri hittir eina systur sína og hevur rættiliga tætt samband við hana.


Friðleysir menn er annað bind av trimum um Sverra kong.