Myndlist í Føryum


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2000
Prísur: 360.00
ISBN: 99918-44-53-8
Rithøvundi: Bárður Jákupsson
Evni: List og listagreinir
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 165


Samandráttur
Bárður Jákupsson skrivar føroyska myndlistasøgu. Hann nemur við øll tey, sum hava gjørt vart við seg í føroyskari málningalist og setur listina í samanhang. Hvat er tað, listamaðurin "sær"? Hvønn týdning fær føroyska landslagið í tjóðskaparstríðnum? Hvussu málaðu teir fyrstu málararnir? Hvønn týdning fingu W. Heinesen og S. J. Mikines? Hvat góvu "asfaltføroyingarnir" listini? Megnaði nakar at mynda tað mýtiska landslagið? Umframt øll tey viðgitnu listafólkini sum t.d. Jack Kampmann, Bent Restorff, Hans Hansen, Steffan Danielsen, ið fáa umboðandi myndir við, fevnir bókin eisini um tóvirkislist, høggmyndalist, fotolist og leirlist. Bárður ger ferð við okkum frá teimum fyrstu myndunum og endar í nútíðini. Hetta er stórfingin ferð, sum øll áttu at gjørt.