Víkingasynir


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2013
Prísur: 188.00
ISBN: 978-99918-76-45-0
Rithøvundi: Jákup Joensen
Evni: Fólkalívsfrøði
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 140


Um bókina
Í einari bygd í Norðurbretlandi stóðu ein dagin nakrir menn niðri við sjóvarmálan og prátaðu. Bátur var eingin at vænta, tí allir vóru heima, men av gomlum vana hugdu menninir javnan út á sjógv.


„Er ikki okkurt har ?“ sigur ein.


„Eitt segl haldi eg,“ heldur annar.


Segl var tað, men eitt margháttligt segl. Ikki høvdu teir sæð slíkt seglskapilsi fyrr. Samdir vóru teir um, at hetta segl eina mest líktist víkingaseglum, teir høvdu sæð á myndum.


Skjótt nærkaðist seglið. Lítil bátur, lættliga bar hann seg, skap­ilsið var langt og mjátt. Hevði stavnurin verið hægri, báturin nakað væl meira upprendur framman, so hevði hann verið meinlíkur víkingaskipi, hóast hann var ógvuliga nógv minni.


Báturin leggur at í øllum góðum.


„Hvørjir landsmenn eru tit?“


„Føroyingar,“ er svarið.


Soleiðis komu føroyingar mangan í krígstíðini móti landi í Íslandi, Føroyum og Bretlandi, tá ið skipini, teir vóru við, vórðu søkt, og teir høvdu bjargað sær í bátarnar.