Bumbur yvir Føroyar


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2013
Prísur: 188.00
ISBN: 978-99918-76-70-2
Rithøvundi: Petur Háberg
Evni: Søga og samfelag
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 174

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Longu í 1946 gav Norrøna Forlagið út bókina BUMBUR YVIR FØROYAR við frásøgnum um hendingar og vanlukkur, sum seinni heimsbardagi hevði við sær í Føroyum.

Greitt verður frá gongdini í krígnum, og hvørji tiltøk myndugleikarnir í Føroyum settu í verk. Her eru brot úr lógum og reglugerðum, og somuleiðis viðmerkingar úr bløðunum. Eisini verður nomið við fíggjarligu umstøðurnar og tryggingarviðurskifti.

Frágreiðingarnar frá teimum, sum vóru mitt í hendingunum, gera bókina nærverandi og livandi. Sagt verður frá, hvussu fólk noyddust at flýggja úr bygdini, og hvussu stóð til umborð á skipi, ið varð bumbað. Flestu frásagnirnar eru, sum vera man, álvarsamar, men okkurt skemtiligt er eisini tikið við.

BUMBUR YVIR FØROYAR gevur okkum eina mynd av, hvussu tað var at liva í vanda og ótta. Eina mynd, sum ikki er litað av frástøðu í tíð, men er sett saman beint eftir, at hendingarnar fóru fram.