Bert er bróðurleyst bak


Forlag: Smith
Útgávuár: 2013
Prísur: 260.00
ISBN: 978-99918-829-2-5
Rithøvundi: Leif Davidsen
Umsett: Sonne Smith
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 444

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Sonne Smith hevur týtt bókina Min broders vogter hjá danska rithøvundanum, Leif Davidsen, til føroyskt. Føroyska heitið er Bert er bróðurleyst bak.

Bert er bróðurleyst bak er ein skaldsøga um kríggj og kærleika, um stríðið millum ideologiir – og millum kynismu og idealismu, ið kunnu vera torførar at skilja ímillum.

Vit eru í 1930'unum við búskaparligari kreppu og byrjan til heimskríggj. 25 ára gamli Magnus Meyer er eftir fimm ár og ein blóðigan tilburð á amerikanska meginlandinum flýddur aftur til barndómsbýin í Danmark – bara fyri at finna útav, at elskaði yngri bróðir hansara, tann kenslusami idealisturin Mads, er farin til Spania í borgarakríggj í parti við Fólkafylkingini. Eftir áheitan frá systur síni fer Magnus til Spania eftir beiggja sínum. Soleiðis byrjar ein ferð, ið førir Magnus gjøgnum tað borgarakrígsherjaða, men eisini vakra, støvuta og sólskygda Spania, har hann møtir sínum lívsins kærleika – og fær ferilin av einum horvnum Inka-skatti frá hjálandatíðini. Tað verður ein drúgv ferð, sum dramatiskt endar í Stalins Sovjetsamveldi.

Leif Davidsen hevur fyri sítt ritverk síðan fyrstu útgávuna í 1984 millum annað fingið Læsernes Bogpris, Boghandlernes Gyldne Laurbær, Glasnøglen fyri ársins krimi í Skandinavia, franska Prix littéraire de la Bordelaise de Lunetterie umframt De Frankofone landes Ambassadører i Danmarks Litteraturpris.

Hansara skaldsøgur eru týddar til eingilskt, týskt, franskt, italskt, portugisiskt, hollendskt, svenskt, norskt, íslendskt, spanskt, kekkiskt, ungarskt, finskt, estiskt og føroyskt.