Um Jesus


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2013
Prísur: 229.00
ISBN: 978-99972-1-010-4
Rithøvundi: Jonas Gardell
Umsett: Marjun Bæk
Evni: Andaligar bókmentir
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 412

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Hvør var Jesus í grundini? Hendan spurningin setti svenski rithøvundurin Jonas Gardell sær fyri at royna at finna svarið til. Mundi Jesus veruliga vera tann sami, ið hann sum barn hevði ímyndað sær, vaksin upp í einum trúgvandi heimi í svensku baptistakirkjuni?

Ella vóru lívskorini í Palestina í fyrstu øld so grundleggjandi øðrvísi, at vit mugu endurskoða mynd okkara av Jesusi – og hvør verður myndin tá?

Jonas Gardell sá skjótt, at tað als ikki bar til at skriva eina objektiva bók um hesar spurningar, tí ein og hvør viðgerð fer fram úr sjónarhorninum hjá tí, sum skrivar. Tí velur rithøv-undurin at standa við sína støðu: Hann er trúgvandi. Men hann vil ikki hava okkum at trúgva sær – hann vil hava okkum at seta okkara egnu spurningar og sjálv royna at finna svar.

Við hesari bókini fáa vit nógv at hugsa um, ikki minst tí at høvundurin ikki sær spurningarnar sum gudfrøði eina, men alla tíðina setur teir í samband við okkara egna lív, okkara egna samfelag. Og samstundis kunnu vit fylgja eini spennandi ferð frá Jesu føðing til tær fyrstu kristnu kirkjurnar.