Mammur okkara


Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags
Útgávuár: 2002
Prísur: 25.00
ISBN: 978-99918-1-284-9
Rithøvundi: Thomas Svensson
Umsett: Anna Maria Reinert Jensen
Evni: Smábarna- myndabøkur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 24

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Mammur okkara snýr seg, sum vera man, um mammur. Jákup, sum vit kenna aftur úr bókunum um Bemblu, hyggur at mammuni, sum gongur við stórum búki, og undrast á, um aðrar mammur, sum eru tær upp á vegin, eru sum mamman. Hvussu við løgreglumammuni, bakaramammuni, sjómansmammuni, kellingamammuni o.s.fr.? Á hvørjari síðu er stuttlig mynd av tjúkkari mammu í onkrum eyðkennisbúna, og niðast stendur stuttur tekstur, ið ber upp á rím. T.d.:
Sløkkiliðsmamman búkin kann verma.
Barnið spular, tað roynir at herma.
Saman við bókini fylgir eitt klistriark við øllum børnunum. So er bara at finna rætta barnið og klistra tað á rættan búk.