Brot


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2013
Prísur: 229.00
ISBN: 978-99972-1-004-3
Rithøvundi: Páll Nolsøe
Evni: Krimisøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 463

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Eg hevði longu funnið tað, ið eg leitaði eftir.

Hon kom spákandi oman eftir Niels Finsens-gøtu saman við nøkrum vinkonum. Men eg sá bara hana. Hon brosaði, og reyðu varrarnar læðu. Hon var ein vøkur genta. Yndislig og svikaleys á at líta. Men djúpt í bláu eygum hennara sá eg eina trá. Girndina.

Hon hevði ikki varnast meg, men tað skuldi hon. Eg kendi hana longu. Nú hevði eg funnið tað, sum eg hevði sóknast. Eg visti, at tað fór at verða krevjandi, men eg mátti gera tað. Eg skyldaði mær sjálvum tað. Hon fór at verða fyrsti leikur. Eitt offur. Ein blótan. Fyrsta stigið í endurskapanini.

Líkið av eini ungari kvinnu verður funnið uppi við Oyggjarvegin. Ungi kriminalløg-reglumaðurin Einar Meyer verður settur á málið saman við fólki frá Ríkisløgregluni. Teir leita eftir einum ísakøldum psykopati.

Sum kanningararbeiðið líður, viknar styrkin í Einari og veikleikar fáa takið á honum.