Skipalistin 2014 innbundin


Forlag: H. N. Jacobsens Bókahandil
Útgávuár: 2013
Prísur: 209.00
ISBN: 978-99918-66-33-8
Rithøvundi: Ymsir
Evni: Árbøkur og álmanakkar
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 400

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
SKIPALISTIN 2014

Flestu føroyingar hava áhuga fyri skipum og sjógvi. Við Skipalistanum finnur lesarin alt tað, ið liggur fremst í huga hjá einum, sum vil vita um skip og bátar, um sjógv og streym og um annað viðkomandi tilfar.



Í Skipalistanum 2014 eru stórar litmyndir og upplýsingar um 372 skip heilt niður til 12 bruttotons, og í bátayvirlitinum eru myndir og upplýsingar um útvið 400 bátar undir 12 bruttotons. Tað merkir, at SKIPALISTIN hevur størsta og mest fullfíggjaða yvirlitið yvir føroyska flotan á prenti.



Føroyskur álmanakki

Tað er týdningarmikið hjá útróðrarmonnum og smábátaeigarum at vita, at SKIPALISTIN lýkur lógarkravið um føroyskan álmanakka, sum allir opnir bátar og før undir 20 tons skulu hava umborð smb. løgtingslóg um bjargingarútgerð. SKIPALISTIN hevur allar viðkomandi upplýsingar um stjørnufrøðilig viðurskifti, m.a. um nær sólin og mánin rísa og seta í árinum.



Upplýsingar um streymviðurskifti – vestfallskyrrindi, eystfallskyrrindi og broddar – kring oyggjarnar eru skipaðar soleiðis, at tað er skjótt og lætt at finna fram og at brúka. Eisini geva væl umtóktu streymkortini frá Brown’s eina greiða og góða mynd av ráki og kyrrindum kring oyggjarnar.



Her er talan um eitt sera hent amboð hjá øllum teimum, sum dáma at fara á flot.



SKIPALISTIN inniheldur nógv fjølbroytt tilfar. Í bókini eru upplýsingar um trygdarviðurskifti, signalfløgg, kort yvir stongdar leiðir, fiska-, hvala-, kópa- og fuglanøvn á ymiskum málum og mangt, mangt annað. Tað undrar tí neyvan, at nógvir lesarar ogna sær Skipalistan bæði at hava umborð og at hava liggjandi heima við hús ella í bilinum. SKIPALISTIN verður eisini nógv brúktur í vinnuligum høpi, har eitt nú ymiskir veitarar kunna seg um føroyska flotan.



Havnir og lendingar

Í Skipalistanum eru myndir av havnum og lendingum í øllum landinum. Hetta er sera hent at hava, soleiðis at størri ella smærri bátar betri kunnu gera sær eina mynd av umstøðunum á staðnum, har ein kanska hugsar sær at sigla inn.



SKIPALISTIN 2014 er tann fimtandi í røðini. Skipalistin er langt síðani vorðin ein fastur og ómissandi táttur hjá mongum føroyingum. Tað er tí avgerandi, at bókin mennist á hvørjum ári, og tá smæðist nýggi Skipalistin ikki burtur úr. SKIPALISTIN 2014 er ein framúr góð og viðkomandi bók, sum er hent at hava hjá øllum, ið á einhvønn hátt hava áhuga fyri skipum og sjógvi.