4D


Forlag: Eksil
Útgávuár: 2013
Prísur: 168.00
ISBN: 978-99918-807-9-2
Rithøvundi: Sissal Kampmann
Evni: Yrkingasøvn
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 145

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Savnið, 4D, eftir Sissal Kampmann, er savn í fýra pørtum, og telur 145 blaðsíður. Kápumyndina hevur Ludvík á Brekku gjørt, eins og hann eisini hevur gjørt kápumyndirnar til hini bæði søvnini eftir sama høvund, Ravnar á ljóðleysum flogi - yrkingar úr uppgongdini, Forlagið Eksil, 2011 og Endurtøkur, Forlagið Eksil, 2012. Heitið á savninum kemst m.a. av at tað er í fýra pørtum, eins tað kemst av, at allir partarnir byrja við bókstavinum, D: Deyðin, Dreymarnir, Deyðatroytti gerandisdagur og Deyðssyndirnar.

Evnini í savninum er fyrst og fremst menniskjaveran, menniskjalívið. Tað snýr seg um tað trídimensionella, men fjórða dimensiónin, rúmtíðin, fortíð, nútíð, framtíð, sum Einstein tosar um í sonevndu relativitetsteoriini, har rúm og tíð eru óloysiligir komponentar í einum abstraktum strukturi, er serliga sjónlig í savninum. Heimið/heimini spæla ein stóran leiklut í savninum, eins og í teim fyrru søvnunum. Eg´ið í 4D leitar aftur í tíðina til støð, ið vóru, til støð, sum eru, til støð, sum finnast í andanum og kenslunum, tí fysisku, likamligu verðini og í dreymaverðini.

Evnisliga setur 4D spurningar til tað, at koma til sættis við upphavið og til tær røtur, eg-persónurin í savninum er komin úr, er vorðin ein partur av, er leysur av og úr, vendir aftur til, leggur afturum seg. Eg´ið leitar aftur til barndómin, til ungdómin, til vaksinlívið og til tann sannleika, at lívið einaferð er liðugt. Ein roknskapur, vit eru sett at gera hvør sær.

Kroppurin er eitt sentralt evnið í savninum. Dreymirnir verða vovnir inn í livandi kjøtið, og eins nógv og at skoða menniskja uttanífrá, verður tað eygleitt innanífrá - út. Hvar gongur markið hjá kjøti og anda? Kjøti og umheimi? Kynið spælir á henda hátt eisini ein leiklut í 4D. Vælkend orðatøk og orðafellið og tekstbrot verða umbroytt, so tað td. eitur: "Knívleys kvinna er lívleys kvinna", "Ramar risti hon rúnurnar", osfr. Hetta spælið við kynsleiklutum og kynsbýti, gongur aftur ígjøgnum alt savnið, eins og spurningurin um, hvørt tað er neyðugt fyri lesingina av einum verki er alneyðugt at vera í kynsspesifikkum brillum ella um tað er lemjandi at lesa eitt verk út frá sjálvsæviligum fortreytum?

Savnið ger upp við mongum av teim romantisku fyrimyndunum um bygdalív, sum gjøgnum tjóðskaparliga rákið í stóran mun verða dyrkaðar í Føroyum. Savnið tekur ikki frástøðu frá upprunanum og tjóðini, men setur spurnartekin við, hvørja ávirkan hetta kann hava á menniskjalívið, framgongdina í landinum og hjá tí einstaka, og í mun til listina. Heima - úti - heima- sjónarmiðið er sjónligt í 4D. Hvar er best at vera? Hvar eru røturnar? Hvørjar eru røturnar? Hava tær legitimitet, og skulu tær vera evnið í listini, og um so er, hvussu skulu og kunnu tær viðgerast?

Harumframt er átrúnaðurin eisini frammarlaga í pørtum av verkinum. Td. verður heilin, umrøddur sum "hvíti katedralurin undir skallahválvinum". Religiónin og logikkurin verða sett upp ímóti hvørjum øðrum, og spurningur verður settur við, hvar markið millum hesi gongur, og hvat hetta markið hevur at siga fyri menniskjað sum heild og serliga fyri yrkjaraegið.

Savnið er ein samanhangandi eind, uttan at partarnir eru 100% tengdir at hvørjum øðrum. Tí kann 4D eisini lesast í brotum.