Í Grønlandi við Kongshavn


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2013
Prísur: 188.00
ISBN: 978-99972-1-007-4
Rithøvundi: Magnus Dam Jacobsen
Evni: Fólkalívsfrøði
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 192

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Formaðurin skimaðist, hugsaði og snoddaði, gjørdist álvarsamur. „Snellurnar inn!“ Stimaðu suðurá. Skjótt stóð alt í einum roki. Neyvan sást, hvat var upp, hvat var niður.

Eygleiði formannin. Undir slíkum umstøðum sæst, hvat maðurin er verdur. Hann stýrir. Róðurpinnurin er læstur undir vinstra armi. Sjógvurin drívur av honum. Teir eru samanvaksnir, báturin og hann. Hesin ævigi bardagin millum náttúruna og menniskjað. Vitið, seiggið, treisknið. Hettuna hevur hann sligið frá. Dýggjvátur kollur á svørtum hári. Hetta er fiskarin, miðamaður okkara. Hann, ið lærdi havið og streymin at kenna. Ið av pápanum, forfedrunum, lærdi at leggja ýti. Vaksin upp við lotinum, vindinum, storminum, harðveðrinum. Ið „sᓠbotnin, íður, sker og boðar. Kendi hvønn tanga, hvørja nøv, hvørt nes og hvønn flúr. Visti um kalva- og flundrumið, tosk og hýsu. Dyrgingarløtur, meðan landið søkk í dimmið.