Frælsi


Forlag: Egið
Útgávuár: 2013
Prísur: 295.00
ISBN: 978-99918-866-0-2
Rithøvundi: Jógvan Zachariassen
Evni: Andaligar bókmentir
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 381

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Í innleiðingini skrivar Jógvan Zachariassen soleiðis um bókina:
"Hendan bók er um frælsi – veruligt frælsi, sum tekur fulla ábyrgd! Kristindómur Jesusar loysir menniskju frá øllum krøvum, væntanum og fordómum, sum lívið hevur lagt á tey. Eg eri sannførdur um, at tað, sum Charles Swindoll sigur í fororðunum í bók síni, 'Náðiveking,' er eisini galdandi í okkara landi enn í dag:
'Ein nýggj rørsla er á veg. Tað er ein frælsisrørsla og ein lætti frá tí, sum so leingi hevur hildið okkum í teymum. Fleiri og fleiri trúgvandi síggja nú, at manngjørdar avmarkingar og lógarreglur, sum tey hava livað undir, eru ikki frá Gudi náðinnar, men frá menniskjum, sum ikki unna øðrum frælsi. Tað er ikki at gera ov nógv av at kalla hetta eina veking. Onki kundi glett meg meira. Henda frælsisveking hevur bíðað nóg leingi. Hon kemur í tøkum tíma.'
Bókin er ein frælsisyvirlýsing um margfaldu tónarnar og litirnar av frælsisevangeliinum. Hon er um, hvussu frælsi gongur hond í hond við at taka ábyrgd av sær sjálvum, øðrum og øllum skapanarverkinum. Hon sigur nakað um, hvussu frælsi kann misskiljast og misnýtast, men leggurnógv størri dent á, hvussu frælsi skal skiljast og kann nýtast. Bókin er eisini eitt róp um loysing frá teimum krøvum, væntanum og fordómum, sum kristin og samkomur leggja á menniskju, ið eru skapt til frælsi. Hvørt kapittul í bókini skal síggjast sum ein gluggi inn í frælsislandið, sum stendur einum og hvørjum opið at traðka inn í og gerast borgari í."