Vága Samferðslusøga


Forlag: Egið
Útgávuár: 2013
Prísur: 295.00
ISBN: 978-99918-3-390-3
Rithøvundi: Heini F. Petersen
Evni: Bygda- og lokalsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 480

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Framsýningin, Vágatunnilin - gamlar tíðir - nýggjar tíðir, sum Miðvágs Fornminnafelag og Dánjal Poulsen skipaðu fyri á vestanstevnu í 2002. birti hugskotið til hesa bók.
Í bókini er skrivað um samferðslu í gomlum døgum, um bygdirnar í Vágum og um Mykines, um fast samband um Vestmannasund og um flogvøll og flogferðslu.
Árið 2002 var heilt serstakt fyri samferðsluna í Vágum. Hetta árið varð oyggin knýtt at meginøkinum við undirsjóartunli, og tunnil kom til Gásadals.
Síðan 2002 hava nógvar broytingar verið á flogvøllinum og í flogferðsluni: Maersk air gavst at flúgva, tvey onnur feløg fóru at flúgva, men tey góvust skjótt.
Frá 1998 til 2007mentist Atlantic Airways úr einum upp í sjey flogfør og tríggjar tyrlur.
Flogvøllurin er longdur úr 1250 metrum upp í 1799 metrar.
Airbus A319 flogførini komu. Nýggj innflúgvingartól á flogvøllinum og í flogførunum eru tikin í nýstlu. Nýggja farstøð verður sjótt liðug.
Í 2013 fór nýggjur bátur at sigla út í Mykines.

English summary about Vágatunnilin on pages 309-320