Um bara hann sló meg


Forlag: Egið
Útgávuár: 2013
Prísur: 220.00
ISBN: 978-99918-3-388-0
Rithøvundi: Súsanna O. Skaale
Evni: Ævisøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 187

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Eg rann út á vegin við børnunum. Tá kom hann akkurát koyrandi móti okkum.
Hann steðgaði og rópti á børnini, at tey skuldu koma inn í bilin. Eg rópti, at tað skuldu tey ikki, og vit runnu víðari undan homum. Tað var fríggjadag seinnapart, og fólk stóðu í bíðirøðum á veg heim frá arbeiði. Helst hava tey hugsað, at hesi renna fyri at náa bussin ella okkurt. Høvdu tey vitað, at her - mitt í Tórshavn - rann eg fyri lívinum undan mínum fyrrverandi hjúnarfelaga...

Nógvar kvinnur í Føroyum eru fyri harðskapi.
Hvørt ár fær Kvinnuhúsið umleið 650 áheitanir.

Harðskapurin er sjónligur og ítøkiligur, tá kvinnan hevur fingið blátt eyga. Men tann mest álvarsami Harðskapurin er sálarligur. Hann sæst ikki og er tagdur at so stórari skomm, at kvinnurnar ofta sjálvar gera alt fyri at fjala hann.