Prædikarin


Forlag: Mentunargrunnur Studentafelagsins
Útgávuár: 2013
Prísur: 280.00
ISBN: 978-99918-75-12-5
Rithøvundi: Jógvan Isaksen
Evni: Krimisøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 300

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Ruskposin var ein av teimum vanligu gráu, og tað var bundið um kjaftin. Í hesum var einki løgið. Tann grøni teksturin á posanum og búmerkið hjá kommununi var eisini, sum tað plagdi. Tað óvanliga var tann dimmholdaði fóturin við reyðum lakki á neglunum, sum stakk út úr posanum.
Ruskposin lá í vørurúminum á einum hvítum arbeiðsbili, sum lagghallur stóð mitt í draslinum uppi á brennistøðini á Hjalla.

Ein kvinna verður funnin deyð í einum vørubili, og skjótt vísir tað seg, at drápið hevur samband við kvinnur, sum doyðu fyri tjúgu árum síðani. Tá blivu skriftstøð úr Prædikaranum funnin í nánd av teimum deyðu, og soleiðis er eisini nú. Skansadeildin við Williami Hammer á odda verður biðin um at kanna tey gomlu andlátini.