Eg eri næstur


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2013
Prísur: 149.00
ISBN: 978-99918-76-58-6
Rithøvundi: Oddfríður M. Rasmusen
Evni: Yrkingasøvn
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 84

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
– 53 yrkingarnar, sum eru smáir løgasteinar, sum gingið verður eftir – summir hálir, summir ikki.


Carr’s keks

Einaferð,
eg sat við køksborðið hjá abbanum,
og hann hevði smurt mær eina Carr’s keks
við smøri og putursukri og hevði skonkt mær te,
tóktist mær lívið alt ov vaksið
og búgvið,
so eg drap tað
saman við keksini
niður í teið
og seyg tey upp undir góman,
har tey lógu eina løtu
og summaðu seg,
áðrenn tey
skuldu víðari.