Við úthavsins strendur 2


Forlag: Gráfelli
Útgávuár: 2005
Prísur: 248.00
ISBN: 99918-991-2
Rithøvundi: Árni Joensen
Evni: Søga og samfelag
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 131


Um bókina
Bókin sigur frá vanlukkum í Norðurhøvum síðan 1975.
Í hesum 30 ára skeiðinum eru nógv framstig hend innan fiskivinnu og sigling. Skipini eru vorðin tryggari, og tann tekniska útgerðin er ment munandi, men innhaldið í bókini vísir, at sjálvt tann besta útgerðin kann ikki forða fyri vanlukkum á sjónum.

Í hesum sama tíðarskeiðinum er vinnan á havinum broytt. Fyrr vóru fólk við skipi ella báti, fóru tey á sjógvin, men soleiðis er ikki longur.
Nú eru oljupallarnir tey størstu arbeiðsplássini á sjónum, men sum bókin sigur frá, er heldur ikki hendan vinnan slpooin undan vanlukkum hesi árini. Tvørturímóti hava vanlukkur í oiljuvinnuni varið tær ringastu hesi árini.

Men bókin er eisini ein frásøgn um teir, sum við at seta egið lív í váða hava bjargað starvsbrøðrum í neyð.