Nýtíðarleikir 1


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2013
Prísur: 188.00
ISBN: 978-99972-1-006-7
Rithøvundi: Ymsir
Evni: Sjónleikur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 253

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Leikbólkurin TVAZZ hevur framført allar leikirnar í tíðarbilnum frá 2006-2009. Allir leikir vórðu framførdir fyri útseldum húsum, gravgangur var eftir plássum og allir leikirnir elvdu til kjak, annaðhvørt undran, viðing, andstygt ella eini boð um, at hol var brotið ígjøgnum onkran múr.
Allir leikir grava djúpt inn í mannasinnið, hvør við sínum sertaka sniði, onkur skemtiliga og speiskliga, annar sum kamarspæl millum tvey og upaftur ein sum dramayrking, eitt epos inn í sálarinnar myrkur.

Tvídrátturin hjá okkum, sum fáast við leiklist, er, at leikurin livir bert í løtuni, í myrkrinum, har søgan fer fram beint framman fyri okkum her og nú, har alt kann henda, himmal og helviti og so er liðugt.
"... and the rest is silance." Løtan kann ikki endurspælast ella goymast. Hon livir bert í minninum og hjartanum á áskoðaranum - tað merkir: um vit eru heppin, og tað eydnast.

Køksdrotningarnar - tríggjar skrindir skræða seg um allan lort. Her rýkur teksturin úr munninum, tríggjar kvinnur, sum allar hava sínar lystir, síni dulsmál, sínar dreymar.

Fundamentalisturin - ein leikur um trúgv - og vón og kærleika. Leikhøvundurin Juha Jokela vann norðurlendsku leikritaviðuirlønina í 2008 við Fundamentalistinum.

4:48 Psykosa - ein ferð inn í tunglyndi og djúpa sálarkvøl. er lívið ert at liva?