Álmanakkin 2014 innbundin


Forlag: H. N. Jacobsens Bókahandil
Útgávuár: 2013
Prísur: 190.00
ISBN: 978-99918-66-31-4
Rithøvundi: Ymsir
Evni: Árbøkur og álmanakkar
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 448

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Álmanakkin 2014 komin

Hvørja ferð Álmanakkin kemur út, boðar tað frá, at árið er farið at halla, og at eitt nýtt ár nærkast í hvørjum. Hesum boðar Álmanakkin í ár frá fyri 86. ferð.

Forsíðan á ársins álmanakka kveikir minni um álmanakkar frá fimmti- og sekstiárunum, tá forsíðan á álmanakkanum var eitt tað besta lýsingarplássið, sum hugsast kundi. Inni í Álmanakkanum er alt tað tilfarið, sum tey mongu, sum nýta Álmanakkan dagliga, kenna so væl.

Fremst er føroyski álmanakkin við hópin av upplýsingum um dagarnar í árinum, nær sólin og mánin koma upp og fara niður, hvussu langur ella stuttur dagurin er o.s.fr. Í hesum partinum er eisini ymiskt um gongustjørnur og annað á himmalhválvinum. Tað kann vera hent at lesa um, nú sólarmyrkingin í 2015 nærkast.

Fyri mong eru tað síðurnar 72-73 og 76-77, sum eru kjarnin í álmanakkanum, tí á hesum síðum eru ávikavist streymkurvin fyri alt árið 2014 og yvirlitið yvir, nær vestfalskyrrindini verða komandi ár. Umframt hesar hentu upplýsingar eru eisini streymkort, kósir innanoyggja, talva um vind, nøvn á fiskum, hvalum og kópum, yvirlit yvir løggildað virki og skip, yvirlit yvir vitar í Føroyum og mangt, mangt annað.

Listin við skrásettum bátum undir 20 brutto tons fyllir 46 síður, og á skipalistanum við skipum yvir 20 brutto tons sæst, at skipatalið framvegis økist, og at tað serliga eru skip, skrásett í FAS, sum tryggja henda vøkstur. Skipalistin er útgjørdur við frámerki niðri í horninum, so lættari er at finna runt í honum.

Landbúnaðurin, alingin og oljuvinnan hava síni føstu pláss í Álmanakkanum, og at enda er ein rúgva av hentum almennum upplýsingum í Álmanakkanum, so sum yvirlit yvir løgtingsfólk, nýggju bý- og bygdaráðsformenninar, læknar og annað. Fólkatal og yvirlit yvir góðtikin fólkanøvn eru eisini í hesum partinum, og har sæst m.a., at nýggjastu góðtiknu føroysku kvinnunøvnini eru Amalia, Aranja, Aurora, Maifríð, Marlena og Nóra, og nýggjastu dreingjanøvnini eru Gunnvarður, Nóel og Rafael. Aftast er yvirlit yvir landsins flúgvandi flota, og hann er munandi yngdur síðsta árið við nýggju Airbus-flogførunum.

H.N. Jacobsens bókahandil gevur Álmanakkan út. Føroyaprent hevur sniðgivið, umbrotið, prentað og liðugtgjørt. Alt arbeiðið er gjørt í Føroyum. Álmanakkin fæst heftur og innbundin. Innbundin kostar hann 190 krónur, og hefta útgávan kostar einans 145 krónur.