Søgan um løgtingsskipið S/S Oyrnafjall

Forlag: Egið
Útgávuár: 2013
Prísur: 270.00
ISBN: 978-99918-3-381-1
Rithøvundi: Heðin Samuelsen
Evni: Fólkalívsfrøði
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 240

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Søgan um Løgtingsskipið S/S Oyrnafjall er áhugaverd bók, sum sigur frá einum týdningarmiklum parti av føroysku farmasøguni, ið ongantíð áður er lýstur, nevniliga siglingina á verðinshøvunum í sonevndum fríum farti. Bókin gevur eitt forkunnugt og sjálsamt innlit í søguna um farmaskipið S/S Oyrnafjall, sum Føroya Løgting átti og rak í 40-50’unum.

Skipið var í sigling úti í heimi stóran part av tíðini, og einastu samskiftismøguleikar, sum funnust tá í tíðini vóru brøv og fjarrit, sum send vórðu millum skipið og reiðaríið í Havn. Alt hetta er varðveitt á Landsskjalasavninum. Eisini finst nógv politiskt tilfar m.a. blaðgreinar um hesa risa íløgu, sum løgtingið í 1947 gjørdi í S/S Oyrnafjall. Hetta er alt tilfar, sum er við til at varpa ljós á hetta søguliga tíðarskeið, sum verður lýst í bókini um S/S Oyrnafjall.
Í bókini verður dentur lagdur á at lýsa bæði ta fíggjarligu/politisku støðuna og gerandislívið um borð. Nógv myndatilfar er fingið til vega frá monnum sum sigldu við skipinum, og gevur hetta eina sera livandi mynd av lívinum umborð. Skipið varð keypt - helst alt ov dýrt - og saman við fleiri óhappum var raksturin tungur tey fyrstu árini. Men tíðirnar batnaðu fyrst í 50’árunum og Oyrnafjall helt fram við at sigla til á jólum 1955, tá ið Løgtingið legði skipið.
Nógvar spennandi frásagnir eru at finna í bókini um S/S Oyrnafjall. M.a. ber til at lesa um hendingina, tá ið maskinmenninir gloymdu at koyra vatn á ketilin í Gdynia. Skipið legðist lamið - fullfermt við riflum og patrónum til islamiska statin Pakistan. Tíðindamaðurin Eiden Müller er m.a. við ein túr úr Grønlandi niður á Miðjarðarhavið og lýsir gongdina frá tí, at fiskurin kemur umborð, og inntil hann liggur á borðinum hjá italsku húsmøðrunum. Eisini kanst tú lesa um blaðungan argjadrong, sum lat lív í Rotterdam í juni 1955. Drongurin var saman við øðrum farin ein túr í tivoli, tá hann var áhaldsin og datt úr einum vogni í rutsjibananum.
Nógvir føroyingar liva enn í trúnni at Oyrnafjall var gáva frá teimum sameindu fyri krígsmiss, men í skjølunum eru tó eingi prógv um hetta. Heldur hinvegin er nógv sum bendir á, at íløgan, sum Føroya Løgting gjørdi í skipið bleiv ein “fín forætning” fyri danska statin. Stórt politiskt rok og blaðskriving stóðst eisini av keypinum, tí íløgan var so stór - kostnaðurin var úti við helmingin av fíggjarlógini.
Alt hetta og meira enn, ber til at lesa um í bókini Søgan um Løgtingsskipið S/S Oyrnafjall, sum Heðin Samuelsen, fyrrv. shippingmaður, hevur skrivað. Bókin fæst nú í bókabúðunum kring landið

Alt hetta og meira enn, ber til at lesa um í bókini Søgan um Løgtingsskipið S/S Oyrnafjall, sum Heðin Samuelsen, fyrrv. shippingmaður, hevur skrivað.