Einglasuð


Forlag: Mentunargrunnur Studentafelagsins
Útgávuár: 2013
Prísur: 148.00
ISBN: 978-99918-75-06-4
Rithøvundi: Tóroddur Poulsen
Evni: Yrkingasøvn
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 91

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Tóroddur Poulsen hevur júst givið út nýtt yrkingasavn við heitinum "EINGLASUÐ" umvegis forlagið Mentunargrunn Studentafelagsins. Í tíðindaskrivi frá Mentunargrunni Studentafelagsins verður skrivað um savnið og yrkjaran:

"Í fjør gav Tóroddur Poulsen út tað dystopiska yrkingasavnið ”Heimvitisferðin”, sum onkur ummælari vildi vera við, aldrin skuldi verið givið út. Yrkingarnar vóru kanska ikki allar líka penar, men tær vóru bersagnar,

”Einglasuð” er øðrvísi, tí tað - heldur enn at venda seg út eftir - hyggur inn í yrkjaran sjálvan og hansara viðurskiftir við umheimin. Hesi eru minni enn so altíð einføld, og yrkingarnar eru mangan á tremur av mótsøgnum:

”her stendur / alt tað / eg ikki tori / at skriva // sløkk ljósið / so tað / sæst”.

At brúka mótsøgnina, antitesuna, er gamalt innan lyrikk og var eitt høvuðsrák í barokkini, hvørs fremsta umboð er Thomas Kingo. Og skuldi tað verið mett um, hvat skald hevur havt størstan týdning fyri føroyingur, so er lítil ivi um, at Kingo hevði vunnið.

Út frá hesum sjónarhorninum er Tóroddur Poulsen mitt úr berginum brotin.

Virðingin fyri tí himmalska er kanska ikki á sama støði sum hjá Kingo, men við ávísum fyrivarni er hann líka so glaður fyri jarðarlívið sum barokkyrkjarin. Tóroddur dregur kanska meiri ljótt fram enn Kingo, men hann skal heldur ikki standa til svars yvir fyri einum einaveldiskongi."

Tóroddur Poulsen gjørdi sjálvur permuna. Yrkingasavnið er 91 blaðsíður til longdar, og Mentunargrunnur Studentafelagsins gav út.