Úr Gjáar søgu og Føroya Bygdasøgu í nýggjari tíð 1


Forlag: Búgvin
Útgávuár: 2013
Prísur: 298.00
ISBN: 978-99918-855-1-3
Rithøvundi: Petur Jacob Sigvardsen
Evni: Fólkalívsfrøði
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 269

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Petur Jacob Sigvardsen, ið nú er farrin um tey 80, er millum teirra, ið minnist bygdir, sum stóðu í besta blóma, tá ið hann troddi sínar barnaskógvar, men sum nú - hálva øld seinni - tykjast bløða so líðandi burtur. Tað munnu tí vera nógv, ið undrandi spyrja, hvat ið hent er bygdunum - og hví?
Svarið á henda fjølgreinda sp+urning fær lesarin vónandi í tveimum bókum um ta nýggju tíðina, sum Petur Jacob er væl á veg at hava skrivað.
Í hesari fyrru bókini, sum er slakar 30 kapitlar, er gjølla greitt frá, hvat ið hent er bygdini/bygdinum tey 65-70 árini eftir, at landbúnaðurin loysti seg ikki meir.
her fáa vit at síggja, at hóast fjøllini eru tey somu. er bygdin tó ikki at kenna aftur. Sama er at siga um váringina, hoyggingina, seyða-, neyta- og húsdýrahaldið, - tí tá ið pengarnir komu, varð sagt, at landbúnaðurin leoysti seg ikki meir.
Vit síggja tí eftir seinna heimsbardaga eina mannfjøld, sum av ymsum grundum flyttur heimanifrá, - og meir enn 200 gjáarfólk, ið beindi fyri bygdini?
í 1948 gjørdist Gjógv so sjálvstøðug kommuna, og vit fáa at síggja, hvussu skiftandi sóknarstýri hava roynt at skapa karmar um menning og trivna, sum framfúsir bygdarmenn so royndu at skapa í verki.
Fyri stívliga 70 árum síðan búðu 283 fólk í umleið 50 húsum; men á hesi hugtungu ferð gjøgnum bygdina síggja vit, at hóast nøkur hús síðan eru bygd, standa nú 44 tóm, at skúlin er stongdur, og at bert 30 fólk eru eftir í bygdini.
Vit leggja eisini til merkis, at Fornagarður, ein nýggjur býlingur við frítíðarhúsinum, er komin, har nútíðar menniskju leita sær norður í náttúrufríðu og mest vitjaðu bygd í landinum at njóta hvíld og frið frá dagsins stríði og strevi.
Handa bókin - saman við seinna bindinum, sum vónandi kemur í 2014, lýsir týdningarmiklar tættir í Føroya bygdasøgu í nýggjari tíð, har serliga verður roynt at greina, hví fleiri bygdir og oyggjar í landinum nú eru á fallandi fóti.