Alkohol kongur


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2013
Prísur: 169.00
ISBN: 978-99918-76-64-1
Rithøvundi: Jack London
Umsett: Finnbogi Ísakson
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 236

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Alkohol kongur er sjálvsævisøguligur tekstur, sum lýsir njótingina, ið stendst av drykkjuskapi, og ræðuliga bardagan við alkoholismu. Hetta er søgan um tað tvíeggjaða svørðið, sum alkohol er.

Bókin avdúkar púkan Alkohol alment eftir gomlu ráðunum: Tann, ið hevur brent seg, má ongantíð gevast at tosa um eldin.

Sosialrealistiska lýsingin hjá Jack London av egnum royndum og arvi – ikki minst tí sosiala – er hugtakandi. Uttan kroyst av nøkrum slag lýsir hann, hvussu ógvusligur drykkjuskapur hongur saman við at vera mansligur.

Hann sigur frá, hvussu ymisliga hann hevur upplivað alkohol á ymsum stigum í lívinum, og dregur serliga fram frálíku upplivingarnar tannárini, tá ið hann var sjómaður, og seinni í lívinum, tá ið hann var múgvandi og viðgitin høvundur. Um stuttleikan, sum smátt um smátt varð til høpisloysi.

Sjálvur skifti hann ongantíð brennivínið um við vatn, tí hann visti, at hann fór ongantíð at klára síni 1000 orð um dagin, kundi hann ikki fáa sær eitt glas ella bæði trý.

FYRR : 169,00