Har djevlaoyggin dagar


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2013
Prísur: 188.00
ISBN: 978-99918-73-78-7
Rithøvundi: Einar Kárason
Umsett: Carl Jóhan Jensen
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 236

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Nýggjastu rokksangirnir í heiminum dundu sum gleðiboð um allan miðbýin, tá ið dollargrinið spakliga gleið gjøgnum gøturnar við øllum vindeygum niðri. Við róðrið sat hesin flotti ungi maðurin í modernaðum klæðum og nýggjari frisýru. Tey flestu hildu hann vera amerikana; íslendingar sum sóu soleiðis út, vóru ikki til.

Eftir seinna heimsbardaga er Ísland í einum margháttligum móti millum fortíð og framtíð. Landið er framvegis gamla bóndasamfelagið, og tá ið ameriskir hermenn og nýggjur lívsstílur floyma inn yvir tey, er brádliga hóttafall komið á gamla lagið.

Skaldsøgan lýsir eina skurvblanding av fólki, ið búsetir seg í barakkunum, teir sameindu bygdu krígsárini, og sum standa tómar, nú kríggið er av. Tað eru ikki býarins bestu børn, ið har búleikast, men ein ymisligur flokkur, sum hevur sínar stóru og smáu trupulleikar at dragast við. Søgan reikar um stórhúskið við Linu og Tommy, sum elsta ættarlið við einum ørgrynni av børnum, barnabørnum og øðrum børnum í húsunum. Pengar eru eingir, men hjartarúm og kærleiki er í ríkiligt mát, og tá ið tey byggja Gamla­hús mitt í barakkbýlinginum, verður tað ein natúrligur savningarstaður hjá skyldfólki, vinum og rótloysingum. Her verður fótbóltsfelag stovnað, Lina spáar um, hvussu framtíðin fer at laga seg, har eru ástarfundir av líkum og ólíkum slag, gildi hjá ungum vargum, umframt vanligir trupulleikar, sum altíð taka seg upp, har fólk eru.

Ein kát lýsing av einum fólki, sum er statt á einum móti millum tvær tíðir. Tey valtra millum tryggleikan, ið var í gamla heiminum, og villu hugtøl­ing­ina í tí nýggja.

Frásøgufólkið hevur samkenslu við fátæku fólkunum í barakkunum. Kárason hevur heilt víst ætlað at lýsa hesa tíð og hesi menniskju við virðing, tí alt hetta er partur av honum sjálvum, hansara landi og fortíð.

Í kolofonini stendur: „Søgan er ikki lygn, hóast tilburðir og fólk eru heila­spuni.“

FYRR : 188,00