Letingarnir


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2013
Prísur: 188.00
ISBN: 978-99918-76-72-6
Rithøvundi: John Steinbeck
Umsett: Finnbogi Ísakson
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 221


Um bókina
John Steinbeck lýsir í hesari skaldsøgu meksikanskar sonevndar „paisanoes“ – bóndaflókar –, sum als ikki liva av landbúnaði. Teir liva frá hondini í munnin. Gera ikki Dáva nyttu um dagarnar, taka sær av løttum í sólini, eta tað, ið rekst fyri kjaftin og drekka alt, teir fáa hendur á.

John Steinbeck livdi leingi saman við hesum lívsnjót­arum, og lýsingin av teirra gerandisdegi ber dám av tokka til hesi fólk og hetta lív.

Í roynd og veru er skaldsøgan ógviliga tíðarbær, tí alt í okkara tíð tykist snúgva seg um at røkka hægri málum og stremba eftir meiri, og bókin setur spurningin: Hvør hevur rættin at siga, hvat ið rætta lívið er?

Tey, ið oftast verða sædd niðurá, tí tey ikki liva so „norm­alt,“ fáa mangan meira gleði burtur úr lívinum enn tey, ið ikki slíta hálvan aldur av berari peningagirnd.

Boðskapurin er, at eydnan kann saktans húsast í tí at hava samhuga við øðrum og at vera sjálvráddur, at ansa løt­uni nú og gera tað, tú heldur vera rættast – sama hvat „hini“ og tann stóra fjøldin halda.