Tann góða lesitilgongdin


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2013
Prísur: 198.00
ISBN: 978-99918-76-34-4
Rithøvundi: Ingvar Lundberg
Umsett: Annika Høj
Evni: Lærubøkur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 92

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Tann góða lesitilgongdin er um, hvussu lærari, tá ið skúlin byrjar, fer undir at læra barnið at lesa, og hvussu hann stimbrar lesimenningina.

Bókin gevur læraranum ítøkilig amboð til at eftirmeta og stimbra lesimenningina bæði hjá hvørjum einstøkum barni og øllum flokkinum tey fyrstu skúlaárini.

Tann góða lesitilgongdin er rótfest í tí, at verður rætt atborið, tá ið farið verður undir lesing av fyrstan tíð, ger tað veruliga mun í innlæringini.

Í bókini Tann góða lesitilgongdin eru dømi um, hvussu lærari kann stimbra børn í einari góðari lesitilgongd. Í bókini eru talvur, sum vísa stigini í ymsu førleikunum, ið verða mentir, og dømi um venjingar, sum kunnu verða gjørdar bæði í heilum flokki og smáum bólkum.

Tann góða lesitilgongdin vegleiðir nágreiniliga og ítøkiliga, hvussu ymsu lesiførleikarnir verða mentir.

Annika Høj og Lív Magnussen hava føroyskað bókina.