J. H. O. Djurhuus ein bókmentalig ævisøga II


Forlag: Mentunargrunnur Studentafelagsins
Útgávuár: 1995
Prísur: 298.00
ISBN: 99918-43-02-7
Rithøvundi: Hanus Andreassen
Evni: Ævisøgur
Innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 323

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Í 1904 giftist Janus við Onnu í Hvannasundi. Hjúnalagið var ikki uttan trupulleikar. Janus gjørdist cand. jur. í 1911, men fekk bara 2. próvmerki. Hetta fekk avgerandi ávirkan á hansara framtíð, og tarnaði mongum av ætlanum hansara.

Janus starvaðist ymsastaðni í Danmark, búði í Føroyum eitt skifti, men rýmdi aftur til Danmarkar. Fleiri ferðir søkti hann almenn embæti í Føroyum - uttan úrslit. Tá ið hann í 1922 - eftir 6 ára útlegd - kom aftur til Føroya, var tað ikki við mýkindum. Við síni hvøssu tungu og mongu spruttispølum leyp janus hvøkk á tað betra slagið í høvuðsstaðmum. Havnarfólk stuttleikaðu sær. Men seinni í tjúgunum fekk Janus álvarsamar trupulleikar at dragast við.