Tá ið tú ikki eigur orð


Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags
Útgávuár: 2013
Prísur: 159.00
ISBN: 978-99918-0-001-3
Rithøvundi: Carolin Philipps
Umsett: Gitte Klein
Evni: Barnabøkur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 112

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Kristian livir í einari at síggja til normalari familju. Men hann hevur leingi havt eina nívandi pínu í búkinum. Tað er hetta við, at pápi hansara noyðir hann at spæla mannfólkaspæl, og at hann ikki torir at siga nøkrum frá hesum. Hann letur bara tann ræðuliga loynidómin koma til sjóndar á tekniblokkinum ...

Í eftirmælinum á hesari bókini sigur Carolin Philipps:
Heimurin, sum vit liva í, er ein heimur, har orð hava stóran týdning: í familjuni, í vinabólkum, í skúlanum, í arbeiðinum, í fjølmiðlunum. Uttan orð er tað trupult at samskifta. Gleði og vreiði, kærleiki og hatur, eydna og sorg, heiður og ábreiðsla, vónbrot og øði. Øll hesi hugtøkini lýsa vit við orðum.
Øll kenna løturnar, tá vit ikki hava orð fyri tí, vit uppliva, tí tað annaðhvørt er ov stórbært ella ov ræðuligt.

Tá ið tøgnin verður brotin
Bókadeildin gevur í hesum døgum út bókina Tá ið tú ikki eigur orð eftir týska rithøvundan Carolin Philipps. Bókin er um ein pápa, sum ger seg kynsliga inn á sonin og er skrivað út frá eini veruligari hending
Carolin Philipps er kend sum rithøvundurin, sum tosar søk barnanna. Á føroyskum eiga vit longu bøkurnar Hvítar blómur í Gulu ánni, sum er um at vera ættleidd, Dreymar búgva allastaðni, sum er um barn, sum býr á gøtuni í Bukarest og Made in Vietnam, sum er um barnaarbeiði.
Fjórða bókin eftir Carolin Philipps kemur júst um sama mundið, sum vit enn einaferð eru mint á hetta, at tað eru vaksin, sum gera seg kynsliga inn á børn.
Trupult evni at lýsa
Hetta er eitt sera trupult evni at tosa um og eitt evni, sum kann vera trupult at lýsa í einari ungdómsbók, men hetta megnar Carolin Philipps at gera.
Flestu okkara øtast við, at hetta yvirhøvur skal henda børnum. Børn eru treytaleyst bundin at vaksnum, og tá ið eitt vaksið fólk svíkir álitið, sum barnið hevur á tann vaksna, hevur tað stórar sálarligar trupulleikar við sær.
Ilt við at seta orð á
Í bókini Tá ið tú ikki eigur orð er temað, at tú sum barn kann hava ilt við at seta orð á tað, tú ert úti fyri, bæði tí at tú skammast, ert bangin ella bara ikki eigur orð, sum kunnu lýsa støðuna.
Drongurin Kristian hevur ein annan útveg: hann teknar. Kynsligi ágangurin frá pápanum kemur fram í mangatekningum, sum fólk rundan um hann duga at týða. Á tann hátt fær Kristian styrki til at loysa seg burtur úr valdinum, sum pápin hevur á hann.
Fekk tíbetur hjálp
Tíbetur fekk Kristian ta hjálp, hann hevði tørv á, og tað skal vera okkara vón, at øll børn og ung skulu sleppa at liva sítt lív uttan nakran ágang. Kanska henda bókin kann vera ein evarska lítil hjálp til tess at seta orð á eitt dapurt fyribrigdi.
Bókin er heft við klaffum. Hon er 112 bls. og Gitte Klein hevur týtt úr týskum.