Hin stóra bókin um kenslur


Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags
Útgávuár: 2013
Prísur: 126.00
ISBN: 978-99918-74-48-7
Rithøvundi: Mary Hoffman
Umsett: Marna Jacobsen
Evni: Smábarna- myndabøkur
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 32


Um bókina
Onkur halda, at kenslur eru privatar og ikki nakað at tosa um. Onnur siga, at tað er gott at lata fólk vita, hvussu tú hevur tað. Tí tá er møguleiki fyri, at okkurt kann gerast fyri at hjálpa tær at kenna teg betur, um tú ikki hevur tað gott. Og at siga, hvussu tú hevur tað, kann fáa ein annan at kenna seg betur eisini.

Nógvar aðrar kenslur eru í veruleikanum enn bara tær í hesari bókini – tú kanst royna at finna aðrar. Og so kanst tú hava nógvar ymsar kenslur í kroppinum um somu tíð.

Hvussu hevur tú tað beint nú?

Børn kunnu hava nógvar ymiskar kenslur í kroppinum - henda bókin tekur nakrar teirra upp.

Minst til at leita eftir kettuni, hvørja ferð tú blaðar. Hon hevur eisini kenslur!