Undurbarn


Forlag: Nýlendi
Útgávuár: 2013
Prísur: 100.00
ISBN: 978-99918-40-52-9
Rithøvundi: Roy Jacobsen
Umsett: Jákup í Skemmuni
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 265


Um bókina
Alt byrjar tann dagin, tá ið ein lítil hálvsystir kemur einsamøll við bussinum. Hon eitur Linda og hevur eitt ljósareytt kuffert. Í kuffertinum liggur ein vegleiðing. Um Lindu. Tí Linda líkist burtur úr øðrum børnum.

Hetta er tíðarskeiðið við Berlinmúrinum, Kennedy forseta og fyrst og fremst Jurij Gagarin. Finnur býr einsamallur saman við mammuni í einari íbúð í einum av nýggju forstøðunum uttan fyri Oslo. Lívið er at fáa eitt sjónvarpstól, spæla mikado og býta jarnkúlur við besta vinmannin, Freddy 1; men eisini at verða bardur og berja onnur. Gerandisdagurin hjá Finni er skipaður, einfaldur og burturav sosialdemokratiskur.

Men so kemur Linda, og so flytur eisini ein gátuførur leigari inn, so tey fáa ráð til nýtt tapet. Og hjá mammuni, sum í eygum Finns er sjálvt fjallið í tilveruni, hómast brádliga tekin um okkurt dult og royndir at krógva tað. Tað verður eitt ár við mongum broytingum hjá Finni og mammuni.??UNDURBARN er ein fjálg og sorgblíð skaldsøga um at gerast vaksin, um svik og kærleika og miss og vón, um at gera sínar royndir í einum heimi, ið stundum hevur beiskar loysnir at bjóða.

Sagt um bókina:

”Tað er torført at greiða frá, hví tú sum lesari smákókar av nøgdsemi allan samlan vegin um hesa ikki serstakliga uppbyggiligu søgu, men grundin man helst vera hendinga góða frásøgukynstur Roy Jacobsens, har hann ikki dettur í felluna at gera persónar sínar til minni ment ella ólukkudýr. Tí tað eru tey ikki, og soleiðis meta tey ikki seg sjálvi. Tvørturímóti eru tey á tremur av virkishugi og menna ígjøgnum skaldsøguna nýggjar møguleikar og evni hvør hjá øðrum … Vit eru her stødd í meistaradeildini í norskum prosaskaldskapi, og tað eigur ein at sannføra seg sjálvan um við at lesa UNDURBARN.” ?– Lars Bonnevie, Weekendavisen ??


”Roy Jacobsen teknar eina nærmynd og eina tíðarmynd av Noregi í 60-árunum. Um tilveruna sum eina skiftistíð við flótandi virðum. Frá einum ári, tá ið ein Berlinmúrur varð reistur, fyrsta menniskja varð sent út í rúmdina, og vælferðarríkið fekk skap.” ?– Torben Brostrøm, Information ??


” Ein lítil perla um barndómsins hjálga reiður og kaldar vinar … Tá ið Roy Jacobsen er bestur, sum hann er í hesari skaldsøguni, er hann sum rithøvundur javnur við sínar størstu landsmenn.”?– ***** Liselotte Weimer, Kristeligt Dagblad??