Kalt kaffi


Forlag: Hvíturð
Útgávuár: 2013
Prísur: 135.00
ISBN: 978-99918-3-376-7
Rithøvundi: Edmund W. Joensen
Evni: Yrkingasøvn
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 63

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Her eru vónríkar, romantiskar, og vakrar yrkingar, men eisini onkrar atfinningarsamar og merira daprar ímillum. Eisini eru púra vanligar siðbundnar yrkingar og onkur meira nýmótans óreglulig.

-

Tað er lambamaðurin, Edmund W Joensen, sum hevur latið úr hondum eitt savn av yrkingum. Forkunnugt er tað, tí einki tílíkt er komið út um hesar leiðir í nýggjari tíð. Á skránni fyri framløguna eru heilsanir, ummæli, sangur og upplestur av yrkingum úr savninum.

Edmund er føddur á Dalavegnum í Havn í 1961 og vaks upp á Noregsvegi.

Hann hevur roynt mangt og hvat. Til dømis góðskueftirlitsmaður, deildarleiðari í møblasølu, framleiðsluleiðari við rækjutrolarum.

Í 1995 flutti hann við familju niður og búði í Esbjerg, meðan hann gekk á lærarskúla í Ribe.

Síðan 1999 hevur hann verið lærari í Fuglafjarðar skúla.

Edmund hevur altíð yrkt, men lítilætni hevur havt við sær, at tað mesta er beint burtur so hvørt.

Fyri fáum árum síðan tók hann kortini mót til sín og vísti vinfólki onkrar av yrkingunum.

Talan er um savn, ið umboðar væl fjølbroytni hansara. Her eru vónríkar, romantiskar og vakrar yrkingar, men eisini onkrar atfinningarsamar og meira daprar ímillum. Eisini eru bæði púra vanligar siðbundnar yrkingar og onkur meira nýmónans óreglulig.

Væl stuðlaður og eggjaður av familju, vinfólki og einhvørjari dís hevur hann nú dittað sær at geva út hetta savn av yrkingum.

Ólavur í Beiti