Ja til Evropa


Forlag: Javnaðarflokkurin á fólkatingi
Útgávuár: 2013
Prísur: 30.00
Rithøvundi: Sjúrður Skaale
Evni: Søga og samfelag
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 91

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Fyri 40 árum síðani søgdu føroyingar eitt rungandi "nei til EEC". tað var rætt tá. Men umstøðurnar broytast.
Tíðin er komin til - so ella so - at siga "ja til Evropa"

At standa uttanfyri avmarkar okkara menningarmøguleikar. Og Tekur Ísland síðsta stigið heilt innum, kunnu Føroyar verða púra avbyrgdar.

Sum eitt lítið fiskivinnuland er okkara støða ikki løtt. Men tað hjálpir ikki at stinga høvdið í sandin.

Við hesi bók vil Javnaðarflokkurin á Fólkatingi seta gongd á eitt neyðugt kjak um okkara støðu til ES.

- Greitt verður frá politisku gongdini, sum hevði við sær, at Føroyar endaðu uttanfyri EF

- Innlit verður givið í treytir og møguleikar ha Álandi í ES.

- Argumentini fyri og ímóti íslendskum limaskapi verða løgd fram

- Grønlendsku royndirnar verða lýstar.

- Mett verður um tær grundgevingar, sum í Føroyum verða brúktar ímóti limaskapi

Bókin vísir. at føroyskur limaskapur hevur avbjóðingar við sær. men hann gevur eisini møguleikar. Og at standa uttanfyri kann gerast tað truplasta av øllum.