Moyggin ið læt seg nakna fyri unnustanum


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2013
Prísur: 149.00
ISBN: 978-99918-76-30-6
Rithøvundi: Jan Wiese
Umsett: Jákup í Skemmuni
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 179

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Eitt konufólk letur seg úr fyri unnusta sínum á einum miðaldartorgi í Italia. Og unnustin letur ikki hesa kærleiksváttan um seg ganga.

Men hvussu er henda søga komin inn á ovurstóra bókasavnið í Vatikaninum og síðan gloymd har? Í mong hundrað ár hevur loyndarmálið ligið har - loyndarmálið, ið kann avdúka, hví pávin drekkur so gott vín, og hvussu tað á sinni bar til at keypa sær eitt kardinalembæti fyri eina altartalvu og nakrar reyðvínsbjølgar.

Ein dagin kemur ein einsamallur bókavørður fram á gloymdu søgurnar. Frásøgur um undrið, um kærleika og longsil, hugmóð og tølan. Og listina og veruleikan.

Tá ið bókavørðurin fer undir skjølini úr Vatikaninum, verður úrslitið lagnukviðið.

Hann livir í nýtíðar Rómaborg í tíðini, tá ið undurverk ganga til grundar.