Seinasti víkingurin


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2013
Prísur: 188.00
ISBN: 978-99918-17-12-7
Rithøvundi: Johan Bojer
Umsett: Hans Thomsen
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 281

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Johan Bojer skrivar um lofotfiskiskapin, sum hann fór fram, tá hann var ungur, og áðrenn motorarnir komu. Hann lýsir korini hjá hesum fiskimonnum so stórbært, at frásøgn hansara fer at verða standandi ímillum tað allarbesta í norskum bókmentum.

Hann dugir at siga frá, so tú fært varhugan av aldarinn­ar suði í hesum seglum og fert at skilja, hvat henda mikla norðlandsstevna hevði at týða fyri tey túsundtals heimini, ið livdu av hesum fiskiskapi.

Her eru menn, sum eru stældir av harðbalnum lívi. Hetta eru víkingar. Einki vesælt ella ússaligt er við hesum lívi, tí hóast alt stríggið strev hevur tað ein farra av havsins stórleika og veldi yvir sær.