Far fram á torg


Forlag: Fróðskaparfelagið
Útgávuár: 2005
Prísur: 360.00
ISBN: 99918-41-45-8
Rithøvundi: Guðrun J. Gaard
Evni: Bókmentafrøði
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 310

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Guðrun miðar eftir at skapa heildarmynd av yrkingunum hjá Regini Dahl og lýsa lyndiseyðkenni teirra, og hon leggur dent á at vísa, hvussu yrkingarnar eisini eru royndir at endurskapa tilverumeining í nútíðarruðuleikanum.



Yrkingarnar hjá Regini Dahl eru nýbrot í mun til undanskaldskapin. Málsliga eru yrkingarnar samskifti millum nútíðarrák og gamlar málkeldur. Burturúr hesum samskifti kemur skaldsligur málburður, sum ber av øllum, samstundis sum hann er eyðkennandi og persónligur. Evnini, sum yrkingarnar taka upp, eru sera fjølbroytt, Regin yrkir um snøgt sagt alt. Mangan eru yrkingarnar dæmdar av tí, sum nívir menniskjuni í nútíðarsamfelagnum. Kríggj og vantandi tolsemi og tað fyrilitarloysi, sum valdar í umsitingini av náttúruni eru stór evni í yrkingunum. Regin yrkir um hesi evni á nýskapandi og kjakelvandi hátt. Eisini gudstrúgvin er stórt evni í skaldskapinum. Hjá Regini síggja vit, serliga í yrkingunum, sum komu beint eftir kríggið, dráttin við trúnna. Regin Dahl hevur búð í Danmark, síðani hann var blaðungur, og útlegdin er evni í skaldskapinum, eins og hon eisini mangan er ein lykil til at skilja yrkingarnar.



Ritgerðin leggur seg eftir at lýsa tað samskiftandi og viljan til at kjakast og bøta, sum eyðkennir yrkingarnar.



Prentmyndin á permuni er eftir Marius Olsen.