Heimskringla 3


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2013
Prísur: 188.00
ISBN: 978-99918-76-33-7
Rithøvundi: Snorri Sturluson
Umsett: Bjarni Niclasen
Evni: Søga og samfelag
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 429

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Snorri Sturluson (1178-1241) vaks upp hjá einum av lærdastu monnum í Íslandi. Har lærdi hann at lesa og skriva og fekk hollan kunnleika til sagnir og søgu, landalæru, gudfrøði og lógir. Við giftarmáli og dugnaskapi gjørdist Snorri sera ríkur, og hann fekk stórt politiskt vald. Best kendur er hann tó fyri skaldskap sín, serliga Snorra Eddu um norrønu gudalæruna.

Heimskringla byrjar við frumsagnum og sagnum, og síðani er ein søgulig frásøgn um norðurlendskar, fyrst og fremst norskar kongar og jallar. Við sínum framúr frásøgukynstri greiðir Snorri frá lívi og lagnu teirra, stríði og bardaga, men eisini frá kenslum og gerandisviðurskiftum. Heimskringla røkkur fram til 1177; tað er um somu tíð, sum Sverri kongur og Snorri Sturluson vórðu føddir.

Í Heimskringlu finna vit søgurnar aftan fyri fleiri kvæði, t.d. Ormin Langa og Gudbrandskvæði.