Føroysk Týsk orðabók


Forlag: Orðabókagrunnurin
Útgávuár: 2013
Prísur: 390.00
ISBN: 978-99918-802-5-9
Rithøvundi: Ulf Timmermann
Evni: Orðabøkur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 984

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Orðabókagrunnurin gevur nú út ta fyrstu føroysku-týsku orðabókina, sum Ulf Timmermann, dr. phil, hevur skrivað. Í formælinum sigur høvundurin, at orðabókin er ætlað føroyskum brúkarum, serstakliga næmingum og lærarum í miðnámsskúlunum, men eisini vinnulívinum, serstakliga fiski- og sjóvinnuni. Hvussu hann hevur arbeitt, og hvørji sjónarmið hann hevur lagt til grund fyri orðabókini, greiðir hann eisini frá í formælinum.

Høvundurin nevnir, at leitorðini í hesi fyrstu útgávuni eru ikki so nógv, sum ein kanska kundi ynskt, tó áttu tey flestu av teimum vanligu orðunum í dagligum máli at verið við umframt nógv vinnulig yrkorð, fiska-, fugla- og landanøvn. Serligur dentur er lagdur á at fáa við “rúgvu¬miklar” greinir sum t.d. koma og taka, sum eru ávikavist 8 og 9 bls., harumframt orð, har tað er ringt at greiða og skipa umsetingarnar sum t.d. ein og sín, og eisini orð, har tað í heilum kann vera sera trupult at finna umsetingar til. Dentur er eisini lagdur á at fáa við og endurgeva fitt av teimum føstu orðasambondunum, sum føroyskt mál jú eigur hópin av. Tíbetur innihalda hesi sambondini sum høvuðsorð aloftast eitt av teimum vanligu orðunum, so at ein lutfalsliga stórur partur av orða¬sambondunum er umboðaður.

Viðvíkjandi tí føroyska orðatilfarinum tekur bókin støði í Føroyskari orðabók (útg. 1998), tó soleiðis, at tað, ið har er merkt sum gamalt, sjáldsamt ella staðbundið, er útihýst. Raðfylgjan av merkingunum hjá einum leitorði er lagað eftir teimum týsku merkingunum og er tí vanliga ikki tann sama sum í Føroyskari orðabók, tó at høvuðsparturin av føroysku dømunum stavar haðani. Føroysk orðtøk við hóskandi týskum orðtøkum eru eisini tikin við.

Í nýtsluleiðbeiningini greiðir høvundurin frá, hvussu orðabókin er skipað.

Føroysk-týsk orðabók telur 984 bls. Leitorðini eru 16.300 í tali.