Vygotskij í verki


Forlag: Ítriv
Útgávuár: 2013
Prísur: 298.00
ISBN: 978-99918-818-3-6
Rithøvundi: Leif Strandberg
Umsett: Pauli Nielsen
Evni: Lærubøkur
Ikki innbundin
Støða: Ikki á goymslu
Síðutal: 209

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Vygotskij skapti, ta stuttu tíð hann livdi,eitt ástøði um læring,sum var so framskygd, at tað er undrnarvert. Nú á døgum eru nógvir tulkarar av Vygotskij, men eingin dugir sum Leif Strandberg at seta hansara tankar inn í ítøkiliga arbeiðið í barnagørðum og skúlum. Prógvið um tað heldur tú í hondini beint nú.

Henda bók er í samljóði við teir tankar, sum liggja aftanfyri lesiætlanirnar í londunum rundan um okkum, og sum best síggjast aftur hjá okkum í námsfrøðiligu stevnumiðunum fyri dagstovnar í Føroyum, sum væntandi verða sett í gildi í næstum. Tey liggja á heimasíðuni hjá mentamálaráðnum.
Í bókini eru ráð og uppskot frá einum manni, sum hevur sæð fleiri barnagarðar og skúlar innanífrá enn flest onnur, seinastu 35 árini.

Her kanst tú eisini lesa spennandi søguna um, hvussu Lev Vygotskij skapti sítt ástøði, um at Stalin bannaði hansara tekstir, men at teir "risu uppaftur" og geva pædagogiskan íblástur víða um lond. Bókin vendir sær til øll, sum hava við pedagogikk at gera, pedagogar, lærarar, lesandi, skúlaleiðarar, sálarfrøðingar og onnur sum vilja skilja Vygotskij og nýta íblásturin frá honum í verki.